Seyðabøndur –
í 5. ættarliði

Alt byrjaði fyri yvir 200 árum síðani, tá ið ein maður, kallaður Lítli Joen, keypti jørðina, sum í dag er Mittúnsfestið í 5. ættarliði. Festið hevur verið røkt og rikið av familjuni, sum er ættað úr Mittúni á Selatrað, líka síðani, og í dag situr Klæmint Mittún við festinum. Tað eru gott 126 áseyðir á jørðini, sum er uml. 5,5 merkur til støddar.

  • Leikluturin, sum seyðahald hevur í dag, er ikki tann sami, sum hann var hjá forfedrunum úr Mittúni. Sum alt annað tá her á oyggjunum, so snúði tað seg fyrst og fremmst um, at yvirliva sum frægast, við tí tilfeingi, sum longu var her; Tí ráddi um, at gagnnýta og troyta alt frá landbúnaðinum og náttúrutilfeingi á skilabesta hátt. Sostatt varð nærum alt, sum kom frá seyðinum, gagnnýtt sum best.

    Tað er á mangan hátt ein lívsstílur, at hava ábyrgd av einum seyðafesti, tí tað arbeiðið, sum er knýtt at garðinum, má so at siga altíð koma í fyrstu røð ella verða tikið serligt atlit til, tí hetta snýr seg um livandi tilfongi. Arbeiðsuppgávurnar eru tengdar at árstíðini, og hvør árstíð, hevur ávísar uppgávur, sum eru neyðugar at gera, fyri at halda aldargomlu lívs-ringrásini hjá seyðinum í hevd og í samsvari við náttúruna og árstíðirnar. Tí er tað, m.a. at brundarnir verða sleptir út hvørt ár uml. 6. desembur og tiknir innaftur uml. 13. januar.

  • Eitt er tann siðaarvur og seyðamentan, sum er knýtt at seyði, sum livandi tilfeingi. Eitt annað, sum er sera áhugavert og spennandi er, øll tann matmentanin, sum eisini er ein stórur partur av at hava atgongd til seyðakjøt og rávøru. Við somu virðing, sum fyri tí livandi seyðinum, so stremba vit somuleiðis eftir, at gagnnýta sum mest, sum kemur frá slaktinum, hvørt heyst. Vit halda, at tað er okkara skylda, sum ábyrgdarar av seyðafesti, at fáa sum mest til høldar, og helst alt.

    Í dag verður ein partur av krovunum seldur til fólk, sum hava keypt kjøt frá garðinum í fleiri ættarlið. Ein partur verður etin av okkum sjálvum og familju og veitt sum fjallløn, men hesi seinastu árini, er eisini eftirspurningur, frá matstovuvinnuni, eftir seyðavøru, ein vaksandi partur av søluni frá garðinum, og tað fegnast vit um. Tað er við til at skapa størri ans og virðing fyri seyðinum og harvið eisini viðvirkandi til at halda føroysku seyðamentanina við líka og varðveita hana.

  • Úrdráttir frá slaktinum á heysti, hevur altíð spælt ein týðandi leiklut í okkara egna matkova, árið runt, og vit hava við tíðini ment okkara egna máta at matgerða við rávørum frá slaktinum. Tað er týdningarmikið, at vit føroyingar eru tilvitaðir um, hvat vit sjálvi kunnu framleiða av matvørum - at vit hugsa um burðardyggan landbúnað, so tað slepst undan, at innflyta óneyðugar vørur frá fjarskotnum londum, at vit minkað um oyðsl og hugsað um at gagnnýta í størri mun, tað vit longu hava atgongd til á staðbundnu støðunum.

    Ein mátið, at gera vart við hetta, er at gera tilfeingið meira atkomiligt og at deila upplivilsir og vitan á hesum øki. Vónandi kann tað skapa gleði, undran og størri áhuga, og harvið kveikja størri ans og virðing fyri týdningarmikla samspælinum, millum okkum menniskju, djórini og náttúruna - ein skipan, sum støðugt má verða í javnvág.